Uttanlands

Gaza: Hópkoppseting fyri polio byrjað

Sambært ST hava 640.000 børn undir 10 ár í Gaza tørv á koppseting fyri polio, sum herfyri varð staðfest í økinum fyri fyrstu ferð í 25 ár

Børn verða koppsett á sjúkrahúsi í Khan Yunis í sunnara parti av Gazageiranum (Mynd: EPA)

Børn verða koppsett á sjúkrahúsi í Khan Yunis í sunnara parti av Gazageiranum (Mynd: EPA)

2024-09-01 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð byrjað at koppseta fyri polio í Gaza

Sjúkan, sum eisini er kend sum barnalamningur, varð í august staðfest í Gaza fyri fyrstu ferð í 25 ár. Sjúkan varð staðfest hjá einum 10 mánaðar gomlum barni.

Hetta fekk ST at koma við áheitan um vápnahvíld, so til bar at fara undir hópkoppseting í krígsherjaða økinum. Sambært ST hava 640.000 palestinsk børn undir 10 ár tørv á koppseting fyri polio.

Unicef, barnafelagsskapurin hjá ST, hevur veitt Gazageiranum 1,2 milliónir skamtar av koppingaravni, og 400.000 afturat eru á veg, upplýsti Heimsheilsustovnurin WHO í vikuni.

Sambært WHO hava Ísrael og Hamas játtað at hava ein "humaniteran steðg" í tríggjar dagar fyri at loyva neyðhjálparfólkum at koppseta. Hetta merkir, at tað hvønn dag verða steðgir í bardøgunum í ávísum økjum, skrivar Ritzau.

Polio, sum vanliga rakar børn undir fimm ára aldur, smittar seta illa og kann hava við sær, at fólk gerast lamin. Koppsetingin verður latin sum dropar í munnin, og hon verður latin í tveimum umførum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder