Í løtuni eru hjálparfelagsskapir í ferð við at koppseta børn í Gaza fyri sjúkuna polio, eisini nevnd barnalamningur. Byrjað varð um vikuskiftið, og eftir tríggjar dagar eru umleið 255.000 børn koppsett, upplýsti ST-barnafelagsskapurin Unicef í gjárkvøldið sambært Ritzau.
Málið er at koppseta 90 prosent av øllum børnum undir tíggju ár í Gaza, tvs. 640.000 børn.
Í august varð polio staðfest í Gaza fyri fyrstu ferð í 25 ár, og myndugleikarnir stúra fyri, at smittan fer at breiða seg.
Smittan er higartil staðfest hjá trimum børnum, og eisini er hon funnin í spillvatni í økinum.
Sunnudagin varð byrjað at koppseta mitt í Gaza, og síðani verður koppsett í sunnara parti og norðara parti av Gazageiranum. Koppsettingarátakið varir í níggju dagar - tríggjar dagar í hvørjum øki.
Øll børn skulu koppsetast tvær ferðir, og har skulu ganga fýra vikur ímillum hvørja koppseting. Ísrael og Hamas hava avtalu um at leggja vápnini, so leingi átakið er í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald