Innanlands

Gekk skjótt at fáa Belbek leyst aftur

Farmaskipið, sum tók botn í Kollafirði seinnapartin, fekk ongan skaða

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-07-10 17:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gekk skjótt at fáa farmaskipið Belbek, sum tók botn í Kollafirði seinnapartin, leyst aftur.

Pressarin kom til skipið, og tað riggaði beinanvegin at fáa skipið leyst, og um hálvgum fýra tíðina kundi skipið fara av stað aftur.

Sambært MRCC fekk Belbek ongan skaða.

- Sløkkiliðið var eisini á staðnum og kannaði, um nakar leki var, men har var alt í lagi, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Filmsbrotið eigur JN.FO.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder