Innanlands

Gekk skjótt og væl at spreingja

Í farnu viku vórðu sprongdir 144 metrar í Eysturoyartunlinum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-02-25 11:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 144 metrar í Eysturoyartunlinum. Nú eru tilsamans sprongdir 9.741 metrar, av 11.250 metrum.

52 metrar vórðu sprongdir av Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 4.665 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 38 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.743 metrar.

Og frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu sprongdir 54 metrar í farnu viku. Har eru í alt sprongdir 1.708 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder