2018-07-20 20:38
Tað gongur striltið hjá fólki at vinna stóru upphæddirnar í Gekkinum. Heldur ikki í kvøld fór stóri gekkurin, sum var 3 milliónir krónur.
Anna Ørvarodd Hentze av Sandi kom ígjøgnum við fullari plátu, og valdi at deila stóru gekkaupphæddina í leyparnar, soleiðis at ein millión var í hvørjum.
Í fyrsta snari kom Anna á 10.000, sum gav henni 100.000 krónur. Og hóast spenningurin bleiv størri tá telesambandið við Onnu brádliga reyk, so valdi hon ikki at fara víðari, tá samrøðan varð tikin upp aftur.
Sostatt gjørdist hon 100.000 krónur ríkari í kvøld.
Næsta fríggjakvøld verður spælt um 3.2 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald