Mentan

Gekkurin má lúta fyri X Factor-finaluni við tveimum føroyingum

Kringvarpið broytir skránna fríggjakvøldið, og flytur Gekkin til aftaná X Factor finaluna

Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)

Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-07 11:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur áhugi er fyri X Factor-kappingini, nú tveir føroyingar eru í finaluni í annaðkvøld. Gekkurin verður tí sendur aftan á X Factor-finaluna.

Hesum boðar Kringvarpið frá í dag.

Nú tveir føroyingar, Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá, standa á pallinum í stóru X Factor-finaluni, hevur Kringvarpið gjørt av at broyta í sjónvarpsskránni, so føroyingar kunnu hyggja at X Factor beinleiðis eftir Dag og viku fríggjakvøldið. Øll X Factor-sendingin verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum frá kl. 19.00, so til ber eisini at síggja finaluna frá byrjan. Broytingin í skránni gevur eisini øllum teimum føroysku hyggjarunum møguleika at vera við í atkvøðugreiðsluni, sum skal kjósa ársins X Factor-vinnara. 

Dagur og vika er sum vant á skránni kl. 19, og hereftir verður varpað beinleiðis frá X Factor kl. 19.20. 

Gekkurin er á skránni kl. 21.10, tá ið ársins vinnari av X Factor er kosin. 

Samrøður frá seinasta fríggjakvøldi:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder