Innanlands

Gen Z-verkætlan leitar eftir føroyskum luttakarum

Netverk við 24 ungum úr øllum Norðurlondum vantar føroyskar luttakarar

2023-03-01 20:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ung millum 18 og 25 ár hava nú møguleikan at luttaka í stóru verkætlanini “Gen Z Agency: Mobilising young people to strengthen Nordic rural areas”. Freistin er nú fríggjadagin.

Gen Z verkætlanin er eitt netverk við 24 ungum úr øllum Norðurlondum, men í løtuni er einki umboð úr Føroyum funnið. Tí er freistin longd til fríggjadagin, so høvi verður at gera eina roynd nú at finna tríggjar føroyskar luttakarar. 

Bólkurin kemur at hava tilsamans fimm fundir, har tríggir verða á netinum, og tveir verða í Stockholm. Endamálið er at tosa um hvørji lívsviðurskifti í útjaðaraøkjum eru týdningarmikil fyri ung fólk, og um hvussu útjaðaraøki kunnu gerast lokkandi fyri ung fólk. 

Les meira her: Open call for participants - Nordregio projects

Arbeiðsmálið verður í høvuðsheitum enskt. 

Tað er norðurlendski stovnurin Nordregio, sum stendur á odda fyri verkætlanini. Nordregio er ein altjóða granskingarstovnur innan fyri økismenning undir Norðurlendska ráðharraráðnum.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder