Mentan

Gentan úr Maxim í Sjónleikarhúsinum

Nýggj palluppseting: Sølan av atongumerkjum byrjar í dag

2021-02-19 15:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kanska eru nøkur, sum hava undrast á tær nógvu rækjurnar, sum hava verið at sæð á teimum sosialu miðlunum ta seinastuvikuna. Fólk hava undrast á, hvaðani hesar rækjurnar koma, og hvat tær gera á facebook og instagram, og nú verður tað avdúkað.

Í 1899 skrivaði Georges Feydeau leikin “La Dame de chez Maxim”. Leikurin er nú týddur til føroyskt og ber heitið “Gentan úr Maxim”. Hesin leikurin verður í løtuni settur upp í Sjónleikarhúsinum, sum eitt samstarv millum nýggja sjónleikarbólkin Brestir og sjónleikarhúsið.

Ein av høvuðsleiklutunum verður nevniliga nevnd Rækjan.

Sjónleikarbólkurin Brestir er ein bólkur við fýra áhugaleikarum: Rannvá Álaberg, Sasho Bjartsson, Rógvi B. Dam og Vígdis Joensen. Hesi vóru øll partur av 100 ára leikinum hjá Havnar Sjónleikarfelag, Jørundur hundadagakongur, í 2018, og ynsktu at royna okkurt líknandi aftur.

Tíðliga á vári í 2020 byrjaðu Rannvá og Vígdis at snakka saman um ein nýggjan leik, og tað var skjótt, at Rógvi og Sasho komu upp í bólkin. Fyrireikingarnar byrjaðu, og eitt leikrit varð funnið, sum Bjørk Tórgarð hevði umsett í koronatíðini, meðan skúlin hjá henni var stongdur.

Ria Tórgarð kom við í arbeiðið nokkso tíðliga, og er hon sett á sum leikstjóri. Meira verður at frætta um leikin næstu dagarnar

Atgongumerkini fáast til sølu atgongumerki.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder