Innanlands

Gentuskótarnir fingið altjóða viðurkenning

Føroya Skótaráð er nú sjálvstøðugur limur í altjóða sambandinum fyri gentuskótar

2026-06-17 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun var atkvøðugreiðsla á WAGGGS ráðstevnuni í Kambodja um føroyskan limaskap í heimssambandinum fyri gentuskótar.

Og her var samtykt gjørdist greitt, at meira enn tey kravdu 75 prosentini av atkvøðunum vóru fyri, at Føroya Skótaráð nú er sjálvstøðugur limur í felagsskapinum, sum kallast World Association of Girl Guides and Girl Scouts.

Fagnaðurin hjá føroysku umboðunum var stórur, tá úrslitið var greitt. Og hetta vóru eisini góð tíðindi, tá tað frættist í føroyska skótaumhvørvinum, at tað nú endiliga er eydnast at fáa fullgyldugan limaskap í hesum felagsskapinum.

Tað eru tveir altjóða felagsskapir innan skótarørsluna. Hesin felagsskapurin er einans galdandi fyri gentustkótar. Í World Organisation of the Scout Movement, WOSM, eru Føroyar framvegis við sum atlimir umvegis danska skótasambandið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder