2018-08-21 18:58
Tað gongur ógvuliga illa at reka grindina, sum varð funnin tríggjar fjórðingar úr Trælanípu seinnapartin.
Hetta upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, í kvøld.
Tá hann fyri løtu síðani prátaði við bátarnar sum liggja hjá grindini varð sagt, at ein roynd fór at verða gjørd at reka hana móti Sandavági.
Men kemur gongd ikki á heilt skjótt, so má støða takast til um at blása av, tí nú fer at myrkna nakað skjótt.
Eini 15 bátar eru hjá grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald