2024-09-06 06:57
Í næstum fer Vága Floghavn at bjóða út ráðgevingaruppgávuna til verkætlanina við nýggja terminalbygninginum.
Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, við FM1.
Verkætlanin er fyribils mett til umleið 600 milliónir krónur.
Umframt nýggja terminalin umfata útbyggingarnar í Vága Floghavn millum annað nýggjar hangarar og nýtt parkeringspláss.
Útgrevsturin og planering til nýggjar hangarar og fleiri parkeringspláss fyribilar er longu komin væl áleiðis.
Fíggingin skal finnast í íleggingargrunninum og við láni úr peningastovnum, skrivar fm1.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald