2026-06-17 16:17
Vestmanna kommuna fer nú at rudda økið á Bakka fyri at gera tað klárt til íbúðarbygging.
Tað er eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvard Kjærbæk og Jákup Andreas Lamhauge, sum skal byggja íbúðirnar, sum verða níggju í tali.
Saman við Kolastykkinum var økið á Bakka herfyri boðið út til bústaðarbygging. Tá freistin var farin, var samtakið hjá teimum trimum boðið til samráðingar við kommununa, og niðurstøðan var, at teir keypa økið frá kommununi, skrivar Vestmanna kommuna í tíðindaskrivi.
Talan er um níggju íbúðir við tveimum kømrum, einum alrúmi og einum baðirúmi. Allar íbúðirnar verða atkomuligar hjá fólki við rørslutarni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald