
Hósdagin 9. februar byrjaði Tórshavnar kommuna at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.
Hetta upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Hesar ferðsluteljingar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
- Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar. Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald