Innanlands

Gera nýggja rampu á Syðradali

Arbeiðið at gera nýggja og størri rampu á Syðradali á Kalsoynni er byrjað og verður væntandi liðugt hálvan august

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-05-30 17:24 Author image
Sverri Egholm

Meðan arbeitt verður við at gera nýggja og størri rampu í havnina á Syðradali í Kalsoynni, verður núverandi rampa løst føst frá mikudegnum 4. juni og umleið átta vikur fram.

Í hesum tíðarskeiðinum kann flutningur av akførum og ferðafólki verða ávirkaður onkrar dagar vegna flóð og fjøru. Boðað verður frá møguligum broytingum á heimasíðuni og sms-skipanini, sigur Strandferðslan.

Arbeiðið at gera nýggju rampuna er ætlandi liðugt hálvan august. Meðan arbeiðið fer fram, er partur av havnalagnum sett av til arbeiðsøki.

- Nýggja rampan verður sett í, so at Teistin kann fara í reguliga sigling á farleiðini, inntil nýggja ferjan, sum í næstum verður boðin út at byggja, er liðug, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald