Innanlands

Gera nýtt spælipláss í Nesvík

Tað verður klárt áðrenn børnini koma á summarlegu

(Mynd: Trubodin.fo)

(Mynd: Trubodin.fo)

2023-06-09 12:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at gera nýggja spæliplássið við Leguhúsið í Nesvík er byrjað. Hetta skrivar Trúboðin, sum eisini hevur myndir úr Nesvík.

Nýggja spæliplássið fer at minna um tað gamla, men fer eisini at hava okkurt nýtt. Í vikuni er tilfar komið, og fólk eru byrjað at stoypa.

Trúboðin skrivar, at spæliplássið verður klárt, áðrenn børnini koma á summarlegu.

Árligi arbeiðsdagurin í Leguhúsinum í Nesvík verður í morgin leygardagin. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar og ovmikið er at gera til allar hendur. Bæði kvinnur og menn, ung og gomul kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder