2020-01-27 17:10
Eftir at hava tosað við partarnar hvør sæð hava semingsmenninir Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen avgjørt at boða pørtunum til seming eftir døgurða í morgin.
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið vóru boðin til innleiðandi samráðingar seinasta mikudag. Semingsmenninir hava tosað við partarnar hvør sær og hava brúkt tíðina at kanna møguleikarnar fyri semju.
Í morgin verðir so farið undir semingina, har báðir partar eru undir somu lon og til samráðingar samstundis. Semingin verður á Hotel Hafnia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald