Uttanlands

Gera tað møguligt at taka samrøður upp á iPhone

Tað hevur í fleiri ár verið forðað, men nú fer Apple at gera tað møguligt at taka samrøður upp. Eisini at fáa skrivligt avrit

(Mynd: Apple)

(Mynd: Apple)

2024-08-13 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir í fleiri ár at hava sett forboð fyri at taka samrøður á iPhone upp, kúvendir Apple.

Í heyst tá nýggja stýrisskipanin iOS 18 kemur út, verður møguligt at taka telefonsamrøður upp og eisini at fáa skrivlagt avrit av samrøðunum.

Hetta skrivar The Verge.

Higartil hava Google, sum stendur fyri Android-stýrisskipanini og Apple ikki loyvt hesum fyri at taka atlit til privatlív.

Apple sigur tó, at tá ein samrøða verður tikin upp, fær tann man tosar við, boð um hetta. Sostatt er ikki møguligt at taka telefonsamrøður upp loyniliga.

Skjótt kemur vitlíki eisini til iPhone. Møguligt verður eitt nú at fáa ein samandrátt av telefonsamrøðu beinanvegin, hon er liðug. Tí er hetta bara á enskum, sponskum og á fronskum.

Enn er óvist um funkan kemur til ES-lond, tí ES hevur sum skilst harða reglugerð um brúk av vitlíki og privatum upplýsingum millum brúkarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder