2020-01-11 21:01
Gongd er komin á at gera vegin niðan til vindmyllulundina sum skal gerast í Porkerishaganum.
SEV vann í fjør útboð uppá at seta upp vindmyllulund í Porkerishaganum. Og í november fekk SEV góðkenning frá Umhvørvisstovuni til at fara undir vindmyllulundina.
Vegurin verður gjørdur frá landsvegnum og niðan í Porkerishagan, skrivar Suðurrás. Articon stendur fyri arbeiðinum at gera vegin fyri SEV, og vegurin verður umleið hálvan annan kilometur langur.
Talan eru um sjey vindmyllur, sum skulu setast upp í Porkerishaganum, og tær vera 45 metrar høgar, veit Suðurrás.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald