Innanlands

Gerðagøta einvegis omaneftir í heystfrítíðini

Klaksvíkar kommuna betrar um ferðslutrygdina og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-10-12 17:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um ferðslutrygdina og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð, verður ferðslan eftir Gerðagøtu ávirkað í heystfrítíðini.

Talan er ítøkiliga um vegarbeiði, sum merkir, at strekkið frá Tónlistaskúlanum til Uppistovu (skótahúsið hjá SNP - avkoyringina til Djúpumýru) verður einvegis omaneftir frá mánadegnum 15. til fríggjadagin 19. oktober.

Arbeiðið í heystfrítíðini er liður í størra vegarbeiðnum, sum verður gjørt framvið Gerðagøtu í løtuni, boðar kommunan frá. Talan er um eina ferðsluloysn, sum skal betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð.

Umframt fólkaskúlan er eisini frítíðarskúli, tónlistaskúli og barnagarður í sama øki, og hetta setur høg krøv til ferðslutrygdina. Vegarbeiðið á Gerðagøtu fevnir millum annað um av- og ásetingarpláss, steðgistað til býarbussin og ferðsluljós.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder