placeholder
Innanlands

Gestir í Luux eiga at lata seg kanna

Ein persónur sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur verið á dansistaðnum og í barrini. Landslæknin heitir á tey sum hava verið har um at lata seg kanna

2021-06-04 18:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landslæknin heitir nú á øll, sum vóru á dansistaðnum og barrini Luux í Havn seinasta vikuskiftið, náttina til sunnudag millum kl. 01.00 til 03.30, um at lata seg kanna.

Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á, at ein persónur, sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur verið á dansistaðnum og barrini.

- Í hesum einstaka føri er tað ómetaliga torført at uppspora smittuna. Vit hava ein greiðan varhuga av, at viðkomandi helst er smittaður í Luux, og tí heita vit á øll um at lata seg kanna sum skjótast, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder