Mentan

Gev mær 10 kraftig og ein niðurdeil - Kovboybuksurnar

Um klædnamóta í kappróðri

Á myndini síggja vit manningina á Eysturoyingi á ólavsøku í 1976. Í kovboybuksum og t-shirt. James Dean-potentialið er týðiligt. Mynd: Gamlar myndir úr Havn á Facebook.

Á myndini síggja vit manningina á Eysturoyingi á ólavsøku í 1976. Í kovboybuksum og t-shirt. James Dean-potentialið er týðiligt. Mynd: Gamlar myndir úr Havn á Facebook.

2018-07-25 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meðan føroyskir menn hildu fast við yviráls og terylenbuksur, smoygdu skorikarlarnir Marlon Brando og James Dean seg í einar Levi's yviri í Hollywood.

Við tí startaði kovboybuksurevolotiónin, sum síðan hevur rullað um allan heim, og Brandon og Dean fingu størri lekkurheitspotentiali enn nakrantíð.

Í 1960’unum og serliga 70’unum gjørdu kovboybuksurnar innrás í føroyska kappróðrarflotan og vóru nógv tað mest nýtta plaggið at rógva í, bæði á stevnu og undir venjing. Kvinnurnar høvdu langt síðan latið seg úr niðurdeilinum og róðu nú í somu klæðum sum menninir.

Tað fína við kovboybuksunum er sjálvandi tann góði kvaliteturin, og enn tann dag í dag eru tað summi, sum fyritrekkja hetta plaggið og halda, at tað er tað besta, sum finst at rógva í. Tí man situr rimmarfastur á bekkinum og fer ongan veg. Og er man væl skorin um sporlið, so sita tær beista væl.

- Ólavsøkuróðurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder