Mentan

Gev mær 10 kraftig og ein niðurdeil - Lúskushortsini

Um klædnamóta í kappróðri

Á myndini síggja vit genturnar á Drekanum í 2017. Flestallar í lúskushortsi. Mynd: Marjun Manuela Behrens.

Á myndini síggja vit genturnar á Drekanum í 2017. Flestallar í lúskushortsi. Mynd: Marjun Manuela Behrens.

2018-07-25 14:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjvupp-sjvupp. Tú hoyrir tey, tá tú ert á stevnu. Hetta gnaddandi gummiljóðið, tá ein rógvari fer fram við tær á kaiini.

Lúskushortsini gjørdust kappróðrarmóti í 00’unum. Tey eru gjørd úr syntetiskum gummitilfari og full av bjálvandi luftbløðrum, ið verja fyri kulda. Shortsini eru gyrðin, stuðla vøddarnar væl og eru ógvuliga góð at rógva í. Navnið hava tey frá, at tey kunnu lætta um og byrgja fyri lúskuskaða, sum er vanligur skaði millum rógvarar.

Lúskushortsini eru úrslit av kemisku menningini innan klædnaídnaðin síðan sjeytiárini, og vit staðfesta nikkandi, at møguleikarnir at útvega sær klæðir eru ikki at samanlíkna við fyrr. Til tað betra, siga tey flestu.

- Ólavsøkuróðurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder