Mentan

Gev mær 10 kraftig og ein niðurdeil - Spandexdraktin

Um klædnamóta í kappróðri

Á myndini síggja vit Ormin Langa á vestanstevnu 2018. Í spandexdrakt. Mynd: Jan Herman Hansen.

Á myndini síggja vit Ormin Langa á vestanstevnu 2018. Í spandexdrakt. Mynd: Jan Herman Hansen.

2018-07-25 16:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Onkur kallar tað sparkidrakt, og tað er ikki løgið. Tað sá ið hvussu er heilt skeivt út, tá menninir á Klaksvíkingi í 2006 sum teir fyrstu komu vimsandi í spandex eftir kaiini, og onkur helt teir vera slopnar út úr einum barnagarði.

Og so er tað eisini tað við henni, at stoffið er sum málað upp á kropparnar, og einki er eftir til fantasiin. Hvørki aftan ella framman, so har er frítt slag í karamellubutikkini.

Men spandexin hevur kortini víst seg at verða betur og betur umtókt, og nú síggjast fleiri manningar, sum altíð rógva í spandex. Bæði yngri og eldri. Spandexin er í so máta praktisk, tí tú sleppur undan at hampa klæðini alla tíð, og einki glíður niður ella upp. Tó kann føroyska veðurlagið verða ein forðing, tí spandex er einki serliga heitt at rógva í, men tá er gott at fara í eina stúku útyvir.

- Ólavsøkuróðurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder