Uttanlands

Geva PlayStation frá 90unum út av nýggjum

Eitt nú Tekken 3 og Ridge Racer verða innbygd

2018-09-20 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sony hevur kunngjørt, at PlayStation sum líkist gomlu útgávuni verður givin útaftur. Spælimaskinan sum kom út í 90unum verður giivn útaftur - sum hon sá út tá - men nakað minni í stødd.

PlayStation 1 flott og gott tá, men hvussu tað fer at vera, nú spælimaskinan kemur út aftur fer at vísa seg. Innbygd verða 20 klassisk spøl. Millum annað tey Final Fantasy VII og Tekken 3.

Jakob Stegelmann hjá Danmarks Radio hevur roynt nýggja PlayStation Classic, og hann heitir á spælarar um ikki at lata seg snýta av kenslunum, tí tað er ikki altíð at tað livur upp til væntaninar.

Dr.dk skrivar, at spælimaskinan fer at kosta millum 700 og 800 krónur. PlayStation Classic kemur út í desember.

placeholder
placeholder