2023-03-14 18:01

Koyrilíkindini hava verið vánalig seinnapartin, og fleiri vegastrekkir hava og eru stongd.
Nú boðar Landsverk frá, at givist verður at grava um alt landið klokkan 19. Klokkan 18 góust teir at grava í Norðoyggjum og á Oyndarfjarðarvegnum.
Byrjað verður aftur klokkan 5 í morgin árini, og ætlanin er at hava høvuðsruturnar klárar klokkan 7.
Kavi er um alt landið, og tað rýkur so nógv, at tað ikki loysir seg.
- Maskinførararnir síggja ikki hvar teir koyra, tí tað er myrkt og jarðrok. Ov hættisligt at hava fólk úti á vegunum í hesum líkindunum, segði Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald