Mark Knopfler, víðagitni guittaristurin og oddamaðurin í bretska bólkinum Dire Straits, hevur selt burtur av síni stóra savni av guittarum. Uppboðssøluhúsið Christie’s í London skipaði í gjár fyri eini sølu, har guittar og styrkjarar hjá Knopfler vórðu seldir fyri tilsamans 8,84 milliónir pund – svarandi til umleið 77 milliónir í okkara krónum.
Í einum tíðindaskrivi frá Christie’s sigur Mark Knopfler, at hann fegnast um, at aðrir tónleikarar nú kunnu fáa gleði av ljóðførunum, og at inntøkurnar kunnu brúkast til vælgerandi endamál.
Mark Knopfler avmyndaður á eini konsert í Týsklandi í 2005 (Savnsmynd: EPA)
- Tað hevur verið hjartanemandi at uppliva, hvussu nógv hesir guittarar hava at týða fyri nógv fólk, og eg eru eydnusamur yvir, at teir framvegis koma at gleða nógv, eins og teir hava gjørt gjøgnum mínar sangir, sigur Mark Knopfler.
Til samans vóru 112 guittarar og 10 styrkjarar seldir á uppboðssøluni.
Dýrastur gjørdist Gibson Les Paul guittarin frá 1959.
Gibson Les Paul guittarar frá júst 1959 eru sjáldsamir, og eru vanliga bert at síggja í hondunum á teimum størstu legendunum í rokksøguni, skrivar Ritzau.
Aðrir harrar, sum hava spæld upp ein 59’ara eru t.d. Jimmy Page frá Led Zeppelin, Peter Green frá Fleetwood Mac, ið gav sín víðari til Gary Moore frá Thin Lizzy og so Keith Richards frá Rolling Stones.
(Mynd: EPA)
59’arin hjá Knopfler varð seldur fyri 693.000 pund, góðar seks milliónir krónur.
Næstdýrasti guittarin var ein av júst sama slag, men frá 1983, sum varð seldur fyri 592.200 pund – knappar 5,2 milliónir krónur.
Henda eftirgerðin frá 1983 varð brúkt, tá Knopfler spældi sangin “Money for Nothing” inn. Sangurin gjørdist eitt tað størsta hittið hjá Dire Straits.
Tað vóru eisini aðrir søguligir lutir seldir á uppboðssøluni. Eitt nú serligi Marshall plexistyrkjarin frá miðskeiðis í 1960’unum. Styrkjarin gevur eitt serligt reingjað ljóð, eins og tað eisini kann hoyrast tá Knopfler spælir á 1983-Les Paul’in á “Money for Nothing”.
Ein fjórðingur av pengunum, sum kom inn á uppboðssøluni fer til vælgerandi endamál.
Her hevur Mark Knopfler gjørt av at lata pengar til Reyða Kross í Bretlandi, Tusk Trust, sum arbeiðir við at verja villinidýr í Afrika og felagsskapin Brave Hearts of the North East, skrivar Ritzau.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald