Innanlands

Gildiskoman fyri prísskipan útsett

Prísskipanin á almennu løðistøðunum hjá SEV er útsett til 1. mai

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2019-03-28 18:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skipanin við kostnaði á almennu løðistøðunum hjá SEV, sum skuldi koma í gildi 1. apríl, er útsett. Hesum boðar SEV frá á heimasíðuni í dag.

Orsøkin er lutvíst, at sjálvur prísbygnaðurin verður endurskoðaður, og lutvíst at neyðugt er at finna loysnir til eitt nú eigarafeløg o.l., har torført kann vera at seta upp heimaløðistøðir hjá hvørjum einstøkum elbilaeigara.

Men gildiskoman fyri skipanina við bíligari elprísum fyri hitapumpur og heimaløðing av elbilum hjá teimum, sum hava serstakan málara til tess, er ikki broytt.  Hon kemur í gildi 1. apríl 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder