Maria Jørðdal Niclasen varð sunnudagin 25. januar skipað í embætið sum dómpróstur.
Hon hevur seinastu árini verið sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, og Fólkakirkjan hevur lýst eftir vikai at røkja hesa tænastuna næsta á hálva árið.
Og nú er virkandi sóknarpresturin funnin. Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at klaksvíkingurin Gimmi Olsen er innstillaður. Hetta var á felags kirkjuráðsfundi í gjár, 27. januar.
Tvær umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.
Skal eisini virk á Sandi
Tænastan hjá nýggja dómpróstinum er galdandi fyri Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju.
Har skal Gimmi Olsen virka í hálva tíð - men eisini skal hann vika í í Sandoyar prestagjaldi saman við verandi presti har.
- Sum eina royndarverkætlan, verður Gimmi Olsen eisini at røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein, sóknarpresti í Sandoyar prestagjaldi, skrivar folkakirkjan.fo.
Gimmi kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Sandoyar prestagjaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald