Innanlands

Gingu ímóti floksleiðsluni og aðalstjórnini

Um eitt-tíðina kom tíðindaskriv frá Tjóðveldinum við kunning um semju um at fylgja tilmæli hjá landsstýrismálanevndini um kanningarstjóra - tríggjar tímar seinni var landsstýrskvinna farin úr starvi vegna vantandi stuðul í samgonguni

Høgni Hoydal tok óvæntað orðið. Hetta tí hann

Høgni Hoydal tok óvæntað orðið. Hetta tí hann "varð tikin av fótum": - Eg havi fingið ein innanhýsis trupulleika, staðfesti formaðurin, tí Erling Eidesgaard og Liljan Weihe ætlaðu at fella landsstýriskvinnuna av prinsipiellum orsøkum. Floksfundur er nú (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-24 17:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag kundi hetta lesast:

Floksleiðsla og aðalstjórn Tjóðveldis er samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at lýsa málið um landsstýriskvinnuna við Umhvørvismálum.

Landsstýrismálanevndin hevur til uppgávu at gera tilmæli til Løgtingið um embætisførsluna hjá landsstýrisfólkum, og tilmælið frá nevndini er at seta ein kanningarstjóra.

Einans við at virða skipanirnar ber til at byggja upp á álitið á hesar skipanir.

Floksleiðsla og Aðalstjórn Tjóðveldis


Fráboðanin kom stutt fyri klokkan 13. Stutt eftir klokkan 16 varð viðgerðin av málinum um misálit á Ingilín Didriksen Strøm av. Ikki við at tað varð felt, og at næsta stigið var ein kanningarstjóri, men við at Ingilín Strøm sjálv segði embætið frá sær.

Orsøkin var ikki, at hon helt seg hava gjørt nakað skeivt: Heldur var tað tí, at Javnaðarkvinnan sá skriftina á vegginum.

- Eg dugi at telja, og ásanni, at eg havi mist álitið í løtginginum. Hóast eg við reinum hjarta royni at siga, at eg veruliga ikki havi logið tilvitað fyri løgtingi ella fólki, so má eg boyggja meg fyri meirilutanum.

Sí eisini: Ingilín gjørdi ein Jørgen og legði frá sær

Sí eisini: Ingilín hevur biðið løgmann loysa seg úr starvi

Ingilín Strøm byrjaði røðuna við at takka øllum, sum so dyggiliga hava stuðlað sær í dag. Hetta vóru "flestu tinglimirnir", sum hon málbar seg. Helst eitt slag av priki til Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, sum seinnapartin so gott sum avdúkaðu, at tey fóru at atkvøða fyri uppskotinum Í øllum førum ein staðfesting av, at tað ikki var fullur stuðul.

Erling Eidesgaard er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, og á tingsins røðarapalli vísti hann á, at løgtingsgrannsgrannskoðararnir í fleiri førum gjørdu landsstýriskvinnuna varuga við, at ábendingar vóru um, at Bústaðir høvdu avbjóðingar við fíggjarligu haldførinum.

Tí segði landsstýriskvinnan ósatt, tá hon segði seg ikki hava fingið ábendingar um, at avbjóðingar vóru við haldførinum. Og hetta er eisini staðfest av landsgrannskoðanini og løgfrøðingunum hjá løgtingsumsitingini, vísti Erling Eidesgaard á.

- Eg vil til eina og hvørja tí seta fólkaræðið fremst, um tað so verður tað síðsta eg geri sum tingkvinna, segði Liljan Weihe. 

Sí eisini: Ingilín Strøm missir stuðul í samgonguni

[object Object][object Object]
Erling Eidesgaard og Liljan Weihe vístu á prinsipiellar orsøkir til, at tey ikki vildu hava kanningarstjóra - sum floksleðislan og aðalstjórnin annars gjørdi (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Hetta hevur sett Høgna Hoydal í heldur trupla støðu, og óvæntað tók landsstýrismaðurin orðið. Formaðurin í Tjóðveldi segði seg vera "tiknan av fótum", og at hann nú hevur innanhýsis trupulleikar í Tjóðveldi. 

Aksel V. Johannesen tyktiskt eisini bilsin, og í samrøðu við Kringvarpið staðfesti løgmaður, at hóast hann framvegis hevur álit á samgonguni, so kann hatta skala hana og órógva stevið.

Sum skilst so hava floksleiðslurnar í Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin - hvør sær - fund í løgtinginum um støðuna. Hetta visti KVF eisini at siga stutt eftir klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder