
Franska Gisèle Pelicot og amerikanski Pharrell Williams eru millum tey 589 fólkini, sum fáa tignarligasta heiðurstekinið í Fraklandi, Légion d'honneur - Heiðursfylkingin - skrivar franska tíðindastovan AFP.
Heiðurmerkini verða handað í sambandi við franska tjóðardegnum í morgin, 14. juli, skrivar Ritzau.
Gisèle Pelicot vakti ans, tá hon í fjørvitnaði móti fyrrverandi manni sínum í einum máli um hópneyðtøku.
Fyrrverandi maður hennara, Dominique Pelicot, fekk 20 ára fongsulsrevsing fyri í níggju ár at hava skipað fyri hópneðtøkum av táverandi konu síni.
Málið vakti serliga ans í Fraklandi, tá Giséle Pelicot bað um at fáa upplýsingarnar í málinum lagdar fram alment, og hon er síðani heiðrað fyri dirvi sítt.
Les eisini: Loyvdi minst 50 monnum at neyðtaka konu sína
Pharrell Williams er kendur úr tónleikaheiminum sum sangari, rappari og framleiðari.
Légion d'honneur varð stovnað av Napoleon Bonaparte í mai 1802, og fram til 1851 kundu bert menn fáa hendan heiður. M.a. Margreta drotning, Fríðrikur kongur og Mary drotning eru heiðrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald