Innanlands

Gist & Vist yvirtekur enn eina matstovu

Skeiva Pakkhús sum lat upp í mai í fjør verður nú yvirtikið av matstovurisanum

Skeiva Pakkhús (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Skeiva Pakkhús (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-18 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gist & Vist yvirtekur matstovuna í Skeiva Pakkhúsi við Rættará í Havn. Tað visti Dagur & vika í kvøld.

Talan er um fimm ára leigumál og avtalan varð undirskrivað seint seinnapartin í dag, váttar Johannes Jensen, stjóri í Gist & vist fyri Dag & viku.

Tað var í mai mánaði í fjør, at Leif Sørensen saman við øðrum lat matstovuna upp í søguligu hølunum, og matstovan hevur havt opið síðani.

Samtakið Gist & Vist rekur frammanundan Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og nógvar av matstovunum í Havn. Tær eru millum annað The Tarv, Áarstova, Barbara, Ræst, Hvonn, Etika, Smyrjibreyðsbúðin og No 12.

Síggj myndir av Skeiva Pakkhúsi her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder