Innanlands

Gistingarhúsini settu met í 2022

Knapt 230.000 ferðir lógu fólk nátt á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Tað er met, hóast nýtslustigið var lægri enn í 2019

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-31 10:09 Author image
Ingi Samuelsen

Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019. Tað upplýsir Hagstovan, sum í dag kunngerð hagtølini fyri gistinætur fyri 2022.

Hóast lakari heyst og vetur enn í 2019, settu gistingarnar met í 2022. Mánaðirnir frá januar til august settu allir met. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.

Slakar 204.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í fjør. Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2019, ið var besta árið. Sama bjarta gongd sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Havnina, har gistinæturnar vóru góðar 25.000. Tað er væl hægri enn í 2020, men framvegis undir stignum undan koronufarsóttini.

Talið av gistináttum hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hevur eisini sett met. Gistinæturnar hjá teimum vóru nærum tvífalt so nógvar í fjør sum í 2021. Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru nú nærum 90.000, sum er 5 prosent meira enn í 2019.

Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í 2021 góðar 46.500 í tali. Í 2019 vóru næturnar slakar 85.500.

Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 89.000 í fjør og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur á 28 prosent í mun til árið fyri. Í 2019 vóru tær 50.000 í tali.

Føroyingar vitjaðu ikki gistingarhúsini eins nógv í 2022 sum árið fyri. Næturnar vóru góðar 49.000 í tali. Tað svarar til ein minking á 14 prosent samanborið við 2021.

Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er eitt lægri nýtslustig enn í 2019, tá tað var hægst. Tá vóru knøpp 60 prosent av kømrunum brúkt.

Síðani 2019 eru tvey størri gistingarhús latin upp og onnur eru útbygd.

Tað eru serliga fólk, ið eru á frítíðarferð, sum vitja gistingarhúsini. Í fjør vóru tað 70 prosent av innskrivaðu fólkunum, sum vóru á frítíðarferð, meðan 30 prosent vóru á starvsferð. Í 2019 og 2020 var býtið ávíkavist góð 60 prosent frítíðarferð og 40 prosent starvsferð.

Í fjør vóru innskrivingarnar í sambandi við frítíðarferðir góðar 66.000 í tali. Hetta er met.

Talið av starvsferðum vaks eisini í 2022 í mun árið fyri. Tó resta knapt 1.500 innskrivingar fyri at røkka upp á stigið, sum tað var í 2019, tá tað var hægst við gott 30.100, skrivar Hagstovan á netinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald