Kundi tú hugsað tær at átt ein gittara hjá Nirvana-sangaranum Kurt Cobain? Skjótt hevur tú møguleikan – um tú eigur nokk av peningi.
Blái gittarin, sum Kurt Cobain, sáli brúkti í sjónbandinum til lagið "Smells Like Teen Spirit" í 90unum verður nevniliga settur á uppboðssølu í næstum
Julien's Auctions í New York metir, sambært Reuters, at gittarin – ein Mustang Fender frá 1969 – verður seldur fyri upp móti 800.000 dollarar (5,5 milliónir krónur), men sambært auktiónshúsinum er talan um eina konservativa meting.
Gittarin hevur verið í varðveitslu hjá familjuni hjá Kurt Cobain, síðan hann doyði í 1994.
Uppboðssølan verður í døgunum 20.-22. mai, og ein partur av søluvinninginum fer til eitt vælgerandi felagsskap, sum arbeiðir við sálarheilsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald