Arbeiðsmenn hjá Sunda kommunu hava í nakrar dagar gjørt klárt til at 15 sjálvboðnir útlendingar koma til Gjáar at arbeiða.
Sunda kommuna er partur av átaki hjá Visit Faroe Islands, har útlendingar sjálvbodnir koma til Føroya at gera viðlíkahaldsarbeiði í økjum, har nógv slit sæst. Við Gjógv fara útlendingarnir at arbeiða við gøtuni niðan á ovara Nasa, sum gongur fram við Gjónni.
Gøtan er sera slitin og liggur í brøttum lendi. Útlendingarnir fara í samstarv við arbeiðsmenn hjá kommununi at byggja eina trappu, seta nýggja girðing upp o.a. Alt arbeiðið verður gjørt samráð við eigararnar og hagastýrið, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Í sambandi við arbeiðið verður rátt fólki frá at ganga á gøtuni frá í dag og til og við leygardagin 27. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald