Innanlands

Glasir: Løgmaður fríkennir Rigmor Dam fyri ábyrgd av óskilinum

Ongin landsstýrismaður hevur ikki gjørt nakað galið – Landsverk og-ella BIG hava ábyrgdina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-17 13:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannessen løgmaður fer ikki at siga Rigmor Dam ella nakað annað landsstýrisfólk úr starvi fyri at eiga orsøkina til fíggjarliga óskilið í Glasir.

Tað staðfestir hann í dag eftir at hava lisið svarini frá Landsverki til eina langa røð av spurningum, sum samferðslumálaráðið setti Landsverki viðvíkjandi skúlabyggingini í Marknagili.

- Landsstýriskvinnan hevur gjørt alt rætt. Hon hevur gjørt tað hon skuldi, síðan hon í oktober varð kunnað um yvirnýtsluna á Glasir. Orsøkin eru teir sáttmálar, sum Landsverk hevur gjørt við BIG sum høvuðsráðgeva, og sum vit nú síggja fíggjarligu avleiðingarnar av, segði løgmaður í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi.

Aksel V. Johannessen hevur ongar ætlanir um, at hetta mál skal fáa avleiðingar fyri nakað av teimum landsstýrisfólkum, sum sita í landsstýrinum nú.

Men samstundis sigur hann eisini, at Rigmor Dam ikki skal vera nøkur forðing fyri at løgtingið kann játta tær 14 milliónirnar, sum vanta í.

- Um tað er ein treyt fyri at løgtingið skal veita eykajáttanina, at Rigmor Dam fer frá, so fer hon frá. Tað eru hon og eg samd um, segði Aksel V. Johannessen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder