Innanlands

Glasir, sammøður og ferðafólkafaldari í løgtinginum

Fleiri munnligir fyrispurningar í tinginum í dag

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-13 12:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heili 34 munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk eru í løgtinginum í dag. Løgtingið varð sett klokkan 11 og higartil eru fýra spurningar svaraði.

Nakrir av fyrispurningunum, sum enn ikki eru svaraðir í løgtinginum, eru fyrispurningur hjá Bárðuri Nielsen til Aksel V. Johannesen, løgmann, um liðugtgerð av Glasi; fyrispurningur hjá Jógvani á Lakjuni til løgmann um heitið “sammóðir”; og fyrispurningur hjá Jógvani á Lakjuni til Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum, um faldara hjá Visit Faroe Islands.

Sí allar fyrispurningarnar her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder