Innanlands

Glastrevjabátur við sjey fólkum umborð fór at leka

Ein hvøllur brestur var, so helst hevur báturin borið við eitthvørt, sum fleyt í sjónum

(Mynd: Vørn)

(Mynd: Vørn)

2019-07-23 16:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint eftir klokkan 10 í morgun fekk MRCC boð frá alarmsentrilinum um, at ein 30 fót glastrevjabátur við sjey fólkum var farin at leka. Báturin var tá staddur undir Kallsoyarlandinum norðaliga í Djúpunum.

Tað skrivar Vørn á heimasíðuni seinnapartin.

 - Ein hvøllur brestur var, so helst hevur báturin borið við eitthvørt, sum fleyt í sjónum, sigur Vørn.

Fólkini umborð royndu at oysa við spannum og øðrum, sum var til taks umframt at báturin hevði tvær elektriskar pumpur og hondpumpu. Tó var trupult at halda bátin lens.

Tey fingu siglt til ein annan bát, sum var nærhendis, og boð vóru send eftir Brimli, sum var staddur 4,5 fjórðingar burtur.

Neyðstaddi báturin, sum hevði ein 8 persóns gummibát umborð, setti hendan á sjógv og 6 persónar blivu fluttir yvir í gummibátin. Eigarin bleiv sjálvur verandi umborð á bátinum. Øll fólkini vóru í bjargingarvestum.

Brimil kom á staðið og setti arbeiðsbátin á sjógv við pumpum og útgerð at tetta lekan við. Teir 6 persónarnir, sum vóru í gummibátinum vóru fluttir umborð á Brimil, og hava tað eftir umstøðunum gott.

Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder