- Sjálvandi eru vit í Vága kommunu sera spent og altrá eftir at fáa ein part av menningarkvotunum vestur í Vágar.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, á heimasíðuni í dag.
- Tað hevur verið sera friðarligt á havnarlagnum í Miðvági, síðan flakavirkið stongdi fyri meira enn 10 árum síðan. Hettar er sera long tíð. Vit her vesturi vóna og vænta sjálvandi, at eisini vit í Vágum fáa ágóðan av kvotunum, ið verða lætnar.
- Lokalu aktørarnir, ið hava søkt um menningarkvotur, síggja stórar møguleikar í hesum nýggju kvotum, ið veruliga kunna sett gongd á økið aftur, sigur borgarstjórin, og vónar at tilmælið frá metingarnevndini ger tilmælið sum hevur Vága kommunu við í menningarætlanini.
Mynd: Vaga.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald