Innanlands

Gleði í Føroyum – vónbrot í Danmark og Íslandi

Einasta Michelin-matstova í Íslandi misti sína stjørnu

2019-02-19 13:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Michelin-stjørnur vórðu deildar út í Musikkhúsinum í Aarhus í gjár, var gleðin, sum kunnugt, stór millum føroyingarnar, tá Koks fekk eina stjørnu afturat.

Men fyri danir – og íslendingar – var talan um vónbrot.

Danir høvdu stórar vónir um at fleiri matstovur, serliga í Jútlandi fóru at verða løntar við stjørnum. Tikið var fyri givið, at tá tiltakið varð lagt til Aarhus – fyrstu ferð, at tað ikki var í einum høvuðsstaði – so var hetta tekin um, at Jútland, fór at fáa stjørnum.

Víst hevur m.a. verið á, at tað er undrunnarvert, at ongin Michelin-stjørna er at finna í Danmark norðan fyri Aarhus. Ferðavinnan og eisini matstovuvinnan í Norðurjútlandi er jú tiltikin, og tí væntaðu flestu eygleiðarar, at hesaferð fór Norðurjúrlant at koma á michelinska landakortið.

Men so var ikki. Tá fyrstu stjørnurnar vórðu býttar út, var bert ein stjørna latin danskari matstovu. Ikki í Jútlandi, men í høvuðsstaðnum, til matstovuna Alouette á Amager.

Danir hingu við skuffuni líka til teir kundu ugga seg við, at Noma – ikki óvæntað – fekk tvær stjørnur og so Koks sína næstu, sum var meira óvæntað. Í Michelin samanhangi verður Koks roknað upp í donsku matstovurnar.

Dill misti stjørnuna
Eisini í Íslandi var vónbrot. Matstovan Dill í Hvervisgøtu, sum hevur verið einasta matstova í Íslandi við Michelin-stjørnu, misti sína stjørnu. Sostatt er eingin Michelin-stjørna at finna í Íslandi longur.

- Vit eru sera vónbrotin og skilja ikki niðurstøðuna. Vit fara at gera alt fyri at koma sterkt aftur, sigur Ólafur Ágústsson, matstovuleiðari, við Morgunblaðið.

Íslendingar staðfestu eisini ein annan miss. Matur Og Drykkur niðri við havnina í Reykjavík misti sín sokallaða Bib Gourmand, sum er eitt serligt viðmæli frá Michelin. Hinvegin var ein onnur matstova í Reykjavík, sum fekk ein Bib Gourmand, nevniliga Skál! í Hlemmur mathøllini.

Trondheim stóri vinnarin
Skal tosast um vinnarar, tá norðurlendsku Michelin-stjørnurnar vórðu býttar út í Aarshus í gjár, so var tað býurin Trondheim í Noregi.

Trondheim kom nevniliga á michelinska landakortið við tveimum matstovum, sum fingu hvør sína stjørnu. Matstovurnar eita Credo og Fagn.

Samanumtikið kann sigast, at tær tríggjar matstovurnar í Norðurlondum við trimum stjørnum, varðveittu sínar. Tær eru Geranium í Keypmannahavn, Maaemo í Oslo og Frantzén í Stockholm

So komu tríggjar afturat listanum við tveimum stjørnum, so tær eru 10 tilsamans í Norðurlondum nú. Umframt Noma og Koks, fekk eisini Gastrologik í Stockholm stjørnum nummar tvey.

Tvey-stjørnaðu Michelin-matstovurnar í Norðurlondum eru bert at finna í Svøríki og í Danmark, og so Føroyum.

Og á listanum við einari stjørnu komu fýra afturat listanum í gjár. Vit hava nevnt tær báðar í Trondheimi og eina í Keypmannahavn. Tann fjórða er finska matstovan Palace, sum liggur í høvuðsstaðnum Helsingfors.

Fimm matstovur við einari stjørnu vórðu tiknar av listanum. Umframt Dill í Reykjavík, var talan um fýra svenskar mastovur, Sture í Malmö, Hotell Borgholm á Ölandi og so tvær í Stockholm, sum eru latnar aftur.

Michelin er sum kunnugt ein franskur framleiðari av dekkum, og Michelin-guiden við sínum stjørnum er upprunaliga ein vegleiðing til bilførarar, sum koyra é evropeiska veganetinum. Um stjørnurnar verður sagt soleiðis:

3 stjørnur: Ein serlig matstova, sum er verd eina ferð í sær sjálvari
2 stjørnur: Frálík matstova, sum er verd at koyra ein umveg eftir
1 stjørna: Matstova á høgum støði, verd at støðga fyri
Bib Gourmand: Dygdarmatstova, gott kokkakynstur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder