placeholder
Innanlands

Gleðin kann gerast stokkut hjá hummarafiskarunum

Heilsufrøðiliga starvsstovan kann enn forbjóða hummarafiskarunum at draga í Haraldssundi, hóast Bakkafrost tapti í Fútarættinum í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-27 15:12 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Longu í gjár fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan fráboðan um, at hummarafiskarar noktaðu at flyta seg úr aliøkinum uttanfyri Skálatoftir í Haraldssundi. Og hóast Bakkafrost í dag tapti í Fútarættinum máli, har teir vildu hava hummarafiskararnar fluttar úr Haraldssundi, kann gleðin hjá hummarafiskarunum gerast stokkut.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur nevnliga sjálv heimild at biðja hummarafiskararnar flyta seg úr aliøkinum. Hesum greiðir løgfrøðingur hjá heilsufrøðiligi Starvsstovuni frá. Hon sigur at tey nú viðgera, um hummarafiskararnir skulu flyta seg úr aliøkinum. 

Les eisini: Bakkafrost tapti ímóti hummarafiskarum 

Løgfrøðingurin greiðir frá, at aliloyvir eru geografiskt avmarkaði. Tað vil siga, at Bakkafrost hevur loyvi á avmarkaðum øki í Haraldssundi, men at hummarafiskararnir hava veiðiloyvi í øllum fjørinum. Og sambært alilógini kann Heilsufrøðiliga starvsstovan forbjóða øllum fiskiskapi og allari ferðslu á aliøki. Men um so verður gjørt, er ov tíðliga at siga enn, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan júst er byrjað at viðgera málið. 

Hóast hummarafiskararnir hava loyvi at fiska hummara í øllum Haraldssundi, er sambært teimum onki annað øki eftir, sum er egnað at fiska eftir hummara í. Sólarn Isaksen, sum eins og beiggi sín, Marne Isaksen, hevur hummaraloyvi í Haraldssundi, segði við Portalin mikudagin, at um teir ikki sleppa at halda fram í økinum uttanfyri Skálatoftir, har Bakkafrost hevur aliloyvi, verða teir noyddir at gevast. 

- Um vit ikki sleppa at draga uttanfyri Skálatoftir, so gevast vit, tí so er onki eftir, segði Sólarn Isaksen mikudagin. 

Les eisini: Hummarafiskarar føla seg troðkaðar vekk av Bakkafrost

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder