2023-05-05 09:10
Um tvey tíðina í gjár kom fráboðan um nógvan royk úr einari kjallaraíbúð í Saltangará. Tað vísti seg at koma úr einari gloymdari grýtu.
Tað vísti seg at vera ein grýta, sum gav allan roykin og dampin frá sær, men tað hevði ikki fest seg, og eldur var ikki komin í.
Skálafjarðar sløkkilið upplýsir, at grýtan hevði staðið á plátuni rættiliga leingi, og at roykskaðin var stórur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald