Mentan

Gloypibitar innan úr seyðinum

Gevið avroðunum størri ans – tað er góður matur

Høvuðsrætturin, livur og eplamorl, verður borðreiddur (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Høvuðsrætturin, livur og eplamorl, verður borðreiddur (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

2020-10-19 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avroð og slambur av seyði kann saktans vera góður matur. Tað ber væl til at matgerða livur, indur, hjørtu og hvítanýru á annan hátt enn bara at tveita í pottin at kóka, sum tað kanska hevur verið siður í Føroyum gjøgnum øldir.

Hetta prógvaði Teitur Christensen, kokkur, á einum serligum mattiltaki, sum varð hildið í Silo á Vestaru Bryggju sunnukvøldið.

Til dagligt er Teitur Christensen køksleiðari á nógv róstu matstovunum Fútastova og Áarstova Heima í Havn. Hesaferð royndi hann seg í køkinum í saltsiluni í Sjóvinnuhúsinum við rávørum, sum ikki so ofta eru at fáa Heima í Havn, men kanska verða meira at síggja á matarlepanum í framtíðini.

Tí slambur er góður matur.

Dygdar føroysk rávøra
Tað var átakið matkovin.fo hjá Sunnivu G. Mortensen, sum skipaði fyri tiltakinum í Silo.

Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu hevði Matkovin fingið stuðul til eitt átak, ið snýr seg um at vekja áhugan fyri avroðum. Eitt av tiltøkunum var ein kapping, har 25 pør fingu høvi at vera við til eitt serligt døgurðatiltak í Silo.

Við til døgurðan vóru eisini búnaðarfólkini úr kommununi, sum høvdu latið rávørur til tiltakið. Avroðini vóru frá Dalheimi, Hoyvíksgarði, Signabøgarði og Syðradalsgarði, meðan grønmetið kom frá felagsskapinum Vøkstri, Veltuni og Uttastovugarði.

Proteinini vórðu sostatt øll frá bóndum í Tórshavnar kommunu, meðan grønmetið, í mest møguligan mun, kom úr Kaldbak, Kaldbaksbotni og heiman av Sandi.

Fyri flestu av bóndunum var tað eisini serligt at uppliva, hvussu teirra ”yvirskotsvøra” kann gagnnýtast til matkynstur á høgum stigi.

Góður matur fer til spillis
Avbjóðingin, sum Sunniva G. Morgensen og matkovin.fo hava sett sær fyri er, at varpa ljós á er, at ein stórur partur – alt ov stórur partur – av avroðunum frá slaktinum endar sum burturkast, í ruskbingjum ella í náttúruni.

Hetta er spell, tí talan er um góðan mat. Og var størri eftirspurningur eftir avroðum, so kundi søla av hesum eisini verið eitt gott íkast til raksturin hjá seyðabóndum.

Og tað er heldur ikki í tráð við øll mál um burðardygd, ið vit seta okkum í hesum tíðum. Vóru avroðini gagnnýtt hevði hetta ikki bert loyst ein rusktrupulleika, men eisini minkað um allan tann mat, sum vit innflyta uttan úr heimi.

Hetta er nakað av tí, sum Sunniva G. Mortensen vildi prógva við hesum átakinum.

Royndir við avroðum
Og hetta hevði hon so fingið roynda kokkin at hjálpa sær við. Teitur Christensen hevur royndir frá kendum matstovum uttanlands, áðrenn hann vendi heim aftur at seta sín dám, serliga á matstovuna Fútastova. Í Danmark hevur hann arbeitt rættiliga nógv við avroðum, greiddi hann frá á tiltakinum sunnukvøldið

Avbjóðingin, tá avroð skulu matgerast er, at tey skulu antin hava lítið ella heilt nógv, og her tosa vit um hvussu leingi tey skulu kóka ella steikjast, annars gerst tað seigt og keðiligt.

Til máltíðina í Silo sunnukvøldið, høvdu Teitur og hjálparfólk hansara tilgjørt fyrst tríggjar smáar rættir, ein høvuðsrætt og ein rætt omaná.

Hjørtu, indur og hvítanýru
Smárættirnir vóru smábitar av lambshjørtum blandað í salat og sjerrytomatir. Ein frísklig salat, hjartabitarnir vóru kaldir, men Teitur greiddi frá, at hann hevði tilgjørt hjørtuni við at konfitera tey, tað vil siga, at tey vóru stokt – nokk rættari at siga kókað – í feitti í veikum hita í rættiliga langa tíð.

Annar rættur var indur - keppur og rukkulakki - borðreidd flógv í tomatblandi við kikkertrum. Ein rættiliga øðrvísi máti at fáa indur. Her vóru tey fyrst kókað saman við krúddi, síðani skorin í tunnar álir, stokt og so latin í blandið. Eykendi slambursmakkurin merktist ikki aftur.

Tann triði smárætturin vóru hvítnýru, ella eistur sum abbin kallaði henda góðbitan eftir hansara tykki. Skorin í dálar, panerað og síðan djúpstokt – friturestokt – og borðreidd við einum petti av sitrón og einari góðari vælkrúddaðari aïoli, sum er eitt slag av majonesu. Sannur gloypibiti.

Køkan omaná var mest óvæntað
Høvuðsrætturin var stokt livur við eplamorli, bleytum leyki og karsi. Ikki so nógv øðrvísi, menn enn einaferð prógv um, at tá verulig listafólk innan matkynstur gera tað, gerst tað eisini betri enn har heima.

Ostur og røtur vórðu blandað í eplamorlið, og livurin hevði fingið júst so nógv, at hon var sum hon skuldi vera.

Rætturin omaná – dessertin – var kanska tann mest óvæntaði rætturin hetta kvøldið. Á matarlepanum stóð bara ’blóð’ - drápiligt.

Tað vísti seg at vera ein kaka, ein muffin, serverað saman við góðum vaniljuísi.

Kokkurin greiddi frá, at blóð hevur sama eginleika at koagulera – renna saman – sum egg hevur. Tí ber til at baka kaku við blóði í staðin fyri egg. Hetta vísti seg at rigga stak væl. Blóð smakkar ikki av nøkrum, og tí var ongin atsmakkur í køkuni, sum var myrkabrún, hóast hvørki sjokuláta ella kakao var latið í, sum kokkurin vissaði um.

Í staðin vóru kirsuber í køkuni og afturvið eisini ein blóðreyð berjasós – ”men takið tað heilt róligt”, segði kokkurin, ”hatta er ikki blóð”.

Sambært Teiti Chistensen er talan um rættir, ið eru lættir at gera.

Almenningurin kann sleppa at royna seg. Tí seinni í vikuni vera uppskriftirnar at síggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og á matkovin.fo.

Fakta:
Sambært Seyðabókini hjá Robert Joensen hoyra hesir partar av seyðinum til eini avroð:

  • Ein pottur av sveita (1 litur av blóði)
  • Høvd og føtur
  • Mørur (t.e. livur, lungu, hjarta og lundir)
  • Garnmørur
  • Nýru
  • Sperðilsgørn
  • Hvítanýru og strongur (um tað er av hornaseyði)
  • Ein vaskað vomb (t.e. indur, keppur, vinstur, langi)
  • 4 merkur av tálg (1 kilo)
  • Vil
  • Rukkulakki

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder