Innanlands

Glyvursnes skal nú umvælast í Frederikshavn

Hetta kann taka upp til fýra mánaðir, staðfestir stjórin í Smyril Line, sum hyggur eftir hóskandi avloysaraskipi. Óvist er, nær frágreiðingin frá sjóferðslustýrinum fyriliggur

2025-01-16 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani, hóskvøldið 2. januar, hendi ein vanlukka í maskinrúminum á føroyska farmaskipið Glyvursnes. Hetta var meðan farmaskipið hjá Smyril Line lá við bryggju í Hirtshals.

Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá spreingingin fór fram. Tann eini lat lív, tann eini gjørdist álvarsliga skaddur og liggur framvegis á Ríkissjúkrahúsinum, meðan tann triði slapp lutfalsliga snikkaleysur frá hendingini.

Enn er orsøkin til eldin og spreingingina í maskinrúminum á Glyvursnesi ikki staðfest. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, vil ikki siga meira um hetta, fyrrenn allar raportir fyriliggja. Hann fær ikki sagt, nær endaliga frágreiðingin frá danska sjóferðslustýrinum (Maritimu Havarínevndini), sum samstarvar við føroyska sjóvinnustýrið og Smyril Line um málið, fyriliggur.

Skal umvælast í Frederikshavn næstu mánaðirnar - leita eftir avloysarskipi

Í viðtalu við Kringvarpið í dag, segði Jens Meinhard Rasmussen, at skipið hevur fingið umfatandi skaðar.

Tað er ilt at meta um júst, júst hvussu leingi umvælingararbeiðið fer at taka, men metingin er tríggjar til fýra mánaðar.

Hetta verður gjørt á Ørskov-skipasmiðjuni í Frederikshavn. Glyvursnes er nú sleipaður higar.

Smyril Line leitar í løtuni eftir einum skikkaðum avloysaraskipið fyri næstu mánaðirnar. Tað er heldur torført at fáa tað at hanga saman nú - men eisini at finna eitt hóskandi avloysaraskip, staðfestir Jens Meinhard Rasmussen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á døgurða

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder