Mentan

GØ til Jazzahead! sum fyrsti føroyski bólkur nakrantíð

Tað er ein varði í føroyskari jazzsøgu, at føroyskur bólkur nú sleppur við á prestisjufulla showcase-festivalin í Bremen í Týsklandi í apríl

2025-02-26 19:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jazzahead! tónleikamessan í Bremen, Týsklandi, er viðurkend sum ein av heimsins týdningarmestu fundarstøðum fyri jazzvinnuna. Sum størsta altjóða jazzmessan savnar hon tónleikarar, festivalfyriskiparar, plátufeløg, bókarar og vinnufólk úr øllum heiminum.

Við eini blanding av eini umfatandi messu, einum showcase-festivali og av fakligum netverksfundum virkar Jazzahead! sum ein týðandi pallur, ið mennir og styrkir altjóða marknaðin fyri jazz.

Umframt at vera eitt knútapunkt fyri vinnufólk, er Jazzahead! eisini ein týdningarmikil pallur fyri nýggj talent. Gjøgnum sín prestisjufulla showcase-festival fáa útvald listafólk møguleikan at vísa seg fram fyri einum altjóða áskoðaraskara av leiðandi fólkum innan vinnuna og tónleikaáhugaðum. Við sínari serligu samanseting av vinnu og livandi tónleiki hevur Jazzahead! staðfest seg sum ein ómissandi pallur fyri øll, ið arbeiða við jazzi.

Hóast festivalar sum Montreux Jazz Festival og North Sea Jazz Festival eru størri, tá tað kemur til áskoðarar og konsertir, skilir Jazzahead! seg út við at vera týdningarmesta vinnumessan fyri jazz á altjóða støði.

Hóast ein sterkan jazzpall, hevur eingin føroyskur bólkur framført enn á hesum viðurkenda festivali. Ikki fyrr enn nú. Vit hava nevniliga í dag ta stóru gleði at kunna kunngera, at føroyski jazzbólkurin GØ fer at framføra í Bremen, tá festivalurin verður í apríl.

Kristian Blak, sum er tann, ið veit mest um jazzpallin og jazzsøguna í Føroyum, segði soleiðis, tá hann fekk tíðindini:

- Havnar Jazzfelag og Tutl hava fleiri ferðir havt umboð við á Jazzahead! messuni í Bremen fyri at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at gera føroyskan jazztónleik betur kendan uttanlands. Tó – ikki fyrr enn nú er tað eydnast at fáa ein føroyskan bólk at framføra á Jazzahead!. Hetta fer heilt víst at hava stóran týdning, ikki bara fyri GØ, men eisini fyri føroyskan jazztónleik sum heild, sigur Kristian glaður og leggur afturat: 

- GØ fer at vera eitt framúr gott umboð! Teir hava fingið frálíka góð ummæli fyri konsertir og útgávur teirra seinasta árið, umframt at teir hava fingið umtalu og hava verið spældir í útvørpum kring alt Evropa.

Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export (FMX) sigur:

- Tað er fantastiskt at síggja, at eisini jazzpallurin er í vøkstri í løtuni,.  GØ hevur fingið eina framúr góða altjóða móttøku av síni nýggjastu útgávu, og hetta er ein góð og virðismikil viðurkenning at taka við sær í ein so týdningarmiklan og góðan festival sum Jazzahead!. Eg havi stórt álit á, at teir kunnu gera vart við seg har, og at konsertin fer at føra við sær fleiri nýggjar møguleikar fyri teir.

Ólavur Gaard, oddamaður í GØ fegnast stórliga:

- Tað er stórt fyri okkum at sleppa at framføra á Jazzahead! Vit eru vísir í, at vit hava okkurt serstakt at bjóða jazzheiminum, so vit fara bara at framføra við somu orku, sum vit altíð gera. Vónandi kann hetta føra til, at fleiri fólk fáa eyguni upp fyri okkum og føroyskum jazzi sum heild, sigur Ólavur Gaard.

Limirnir í GØ eru Ólavur Gaard, Árni Jóhannesson, Hjørtur P. Háberg, Kristian Pauli Ellefsen og Sjúrður Zachariasson.

Jazzahead! verður í Bremen í døgunum 24. til 26. apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder