Í juli vóru 30.323 starvsfólk - løntakarar - í Føroyum. Tað eru 300 fleiri enn í juli 2023, og er talan um ein vøsktur á eitt prosent, skrivar Hagstovan.
Knapt 15.600 menn og 14.800 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Eitt býti á 51,3 og 48,7 prosent. Samanborið við juli í fjør er vøksturin 0,5 prosent hjá monnum og 1,5 prosent hjá kvinnum.
Í Hagtølunum hjá Hagstovuni sæst, at 43,7 prosent av starvsfólkunum arbeiddu hjá tí almenna, og 56,3 prosent arbeiddu uttanlands og í privata geiranum.
9.150 kvinnur, svarandi til á leið 60 prosent av kvinnuligu starvsfólkunum, arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Umleið 70 prosent av mannfólkunum - 11.400 - arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald