Mentan

Góð føroysk avrik í X Factor í kvøld

Fyri fyrstu ferð fekk Kári Fossdalsá rós frá Thomas Blackman, og sami Blackman staðfesti eisni, at Tina við sínum Lady Gaga-sangi sang seg beinleiðis í finaluna - sms'ini avgera hvør stendur eftir sum taparin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-01 20:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Báðir føroysku luttakararnir fingu góð viðmæli frá tí hvassasta í dómarapanelinum til X Factor, Thomas Blackmann.

Hann staðfesti, at Tina – serliga við seinna sanginum – sang seg beinleiðis í finaluna. Og um Kára segði hann, at tað var tað besta hann hevði sungið higartil í kappingini.

Nú verður ein løta at geva almenninginum – eisini føroyingunum – høvi at atkvøða millum luttakararnar.

Tann í fær fægst atkvøður rýkur út. Hini trý koma við í finaluna um eina viku. So einfaldar eru reglurnar í kvøld.

- Tú spjaðir gleði

Kári Fossdalsá byrjaði ballið við vælkenda dansinummarinum hjá Daft Punk og Pharrel Williams, “Get Lucky”.

- We’re up all Night to get Lucky, sang toftamaðurin, og tað koyrdi væl. Kári í kongabláum við tjúkkari gullketu um hálsin.

Hann hevði dansarar við á pallinum – dugnaligar dansarar, men tíverri hættaði Kári sjálvur sær ikki at dansa – spell.

- Tú spjaðir smíl og gleði. Tað hóskaði tær við hesum sanginum, segði Kwamie Liv.

Blackmann var ikki so imponeraður av sanginum, men hefti seg – enn einaferð – til smílið.

- Mær dámar teg sum persón, men títt smíl kemur at standa í vegin fyri innara spenninginum í tónleikinum, segði hann.

Martin Jensen, mentorin hjá Kára var ovurfegin um avrikið, og hefti seg serliga við falsettsangin hjá Kára.

- Hetta er fantastiskt, tí síðsta sunnudag megnaði tú ikki ein falsetttóna. Men tú hevur lært tað upp á eina viku. Tú ert eitt stórt talent.

[object Object]

Leyp út í tað – heimurin stendur opin

Tina Mellemgaard tók ein stóran kjans við at syngja ein sang hjá henni sjálvari til hetta veitslu-temað.

Sangurin “Åben” snýr seg um at leypa út í lívið – heimurin stendur opin fyri tær, sang Tina á donskum. Flott strúkaraarrangement, sum mennir seg til eitt róligt dansinummar.

Sambært Martin Jensen var tað ikki so heppið, at hon hevði valt ein ókendan sang til eitt veitslu-tema.

- Eg hevði nokk ikki sett handan sangin á til eina veitslu har heima, men tú gjørdi tað fínt.

Blackman var meira bergtikin.

- Tónleikurin talar frítt gjøgnum teg. Tú kanst alt – tað er ófatiligt at tú yvirhøvur hevur verið í vanda í hesi kappingini, segði hann.

Kwamie Liv var ovurfegin um næming sín:

- Tú er undurfull. Vit eru heppin at fáa høvi at uppliva teg á henda hátt. Hetta er heilt vilt. Eg havi aldri upplivað nakran, ið kann leggja so presisar vokalir, sum tú kanst.

Kári fekk rós frá Blackman

Annað umfar snúði seg um ‘morgunin eftir’, og aftur var tað Kári av Toftum, sum legði fyri.

Hesaferð hevði hann guittaran við til at syngja “Dancing on my own” hjá Robyn. Eitt stilt lag, og Kári kom væl frá guittarspælinum eisini.

Og dómararnir vóru ovfarnir.

Thomas Blackmann, sum higartil ikki hevur havt so nógv gott at siga um Kára, annað enn um smílið, var nærmast tikin av bóli.

- Skidegott, Kári. Hatta var tað rætta tíðspunktið at koma við hasum. Hetta er fyrstu ferð, at tit báðir (Kári og Martin Jensen, -red.) hava tikið meg á bóli – nú gav tað meining, segði Blackmann.

Kwamie Liv hevði eisini nógv rósandi orð til føroyingin.

- Fínur dynamikkur. Tú vart totalt til staðar, Kári. Gott klárað

Mentorin hjá honum, Martin Jensen var avgjørdur.

- Tú ert simpulthen tann luttakarin í X Factor øll 15 árini, sum hevur ment seg mest av øllum gjøgnum kappingina.

Tina nelgdi Lady Gaga-sangin

Tina hevði valt sangin “I’ll never love again” hjá Lady Gaga til sín ‘morgunin-eftir’-sang. Og tað kom hon ótrúliga væl frá. Við hesum sanginum fingu vit eina roynd upp á hvussu spakuliga og fínt hon kann syngja við teimum høgu tónunum, men megnaði eisini at ‘syngja ígjøgnum’ seinni í sanginum.

Og dómararnir vóru eisini samdir um, at Tina ‘nailaði’ sangin hjá Lady Gaga.

- Tú ljóðaði skidegott – tú megnaði at syngja henda sangin. Tað er ikki lætt, tá tað snýr seg um Gaga, segði Martin Jensen.

Blackmann var enn meira bergtikin:

- Tú sangst teg í finaluna í kvøld. Hetta her snýr seg um at loyva ekstraordinerum talentum at falda seg út, og tað er tað tú gert, segði Blackman.

- Ársins sangavrik. Tú fekk Lady Gaga at ljóða sum Tina. Tað er einastandandi, segði Kwamie Liv.

Nú er spurningurin um Tina veruliga hevur sungið seg í finaluna, eins og Blackmann segði og um Kári aftur í kvøld er ‘lucky’.

Hyggjararnir hava alt valdið í sínum tumlum.

Til ber at atkvøða fyri Kára við at senda sms við tekstinum ‘KA’ til 1234

Til ber at atkvøða fyri Tinu við at senda sms við tekstinum ‘TI’ til 1234

Myndatakari: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder