
Landsrætturin dømdi í gjár Marner Jacobsen, fyrrverandi stjória í Eik Banka, at rinda 85,7 krónur til Finansiel Stabilitet. Hann fer tó ikki persónliga á húsagang orsakað av hesum, tí hann hevur eina trygging sum dekkar alla upphæddina.
Tað váttar hann fyri Frihedsbrevet.fo í dag.
Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, men tað vil Odd Bjellvåg, sum saman við Frithleif Olsen varð fríkendur í málinum.
- Vit fingu okkum eina trygging, umleið 2005-06, upp á 100 milliónir fyri tap og 25 milliónir fyri sakarmál. Tað var púra vanligt tá. Allir bankar høvdu eina líknandi, sigur Odd Bjellvåg við Frihedsbrevet.
Les eisini: Eik-stjóri dømdur at rinda 85,7 milliónir í endurgjaldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald