Bygdaráðslimirnir í Vestmanna møttu væl upp til bygdaráðsfundirnar í 2018. 11 bygdarráðsfundir vóru í 2018 og full uppmøting var til 10 fundir.
Tá ið avboð kemur til at møta á bygdarráðsfundi, verða boð givin til tiltakslimin. Í 2018 kom tað fyri 4 ferðir, at bygdarráðslimur ikki fekk møtt á bygdarráðsfundi. Varalimir møttu á fund í 3 av førunum.
Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.
Í 2018 vóru 74 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 11 mál vóru viðgjørd fyri afturlatnari hurð, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur 2½ tíma.
Sí uppmøtinginaher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald