Innanlands

Góða gongdin sæst eisini í skattatølunum

Inntøkuvøksturin í Tvøroyrar kommuna er heili 15,35% hægri enn fyri einum ári síðani

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-02-07 11:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Góða gongdin á Tvøroyri sæst aftur í skattatølunum fyri januar 2019.

Tvøroyrar Kommuna hevði eina inntøku áljóðandi 4.909.218 kr. í januar 2019, í mun til 4.255.945 kr. í januar 2018. Vøksturin er 653.273 kr, ella heili 15,35 %. Ein munandi vøkstur í inntøkunum, hóast januar var fyrsti mánaði, har skattaprosentið var 20,9%. Kommunan samtykti í fjørð, at skattaprosentið skuldi setast niður úr 21,9%, niður á 20,9%, galdandi frá 1. Januar 2019.

Ein av orsøkunum til, at vøksturin er so stórur, ikki bara á Tvøroyri, er uttan iva tann, at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur, skrivar Tvøroyrar kommuna. Fólk úr allari oynni arbeiða á Varðanum Pelagic. Tað er at gleðast yvir at tað gongur væl og, sum vit áður eisini hava umrøtt í grein, so gevur hetta rásarúm. Barnafrádrátturin í Tvøroyrar Kommunu er tann hægsti í oynni og ímillum teir hægstu í landinum – 7.000 kr., eins og í Porkeris og Fámjins Kommunu. Bert 6 kommunur í Føroyum hava hægri barnafrádrátt enn á Tvøroyri.

Sum heild eru skattatølini fyri allar kommunurnar í oynni sera positiv og í øllum kommunum er vøkstur í inntøkunum, hóast munur er á hvussu stórur vøksturin er.

Skattainntøkurnar í kommununum í Suðuroynni í januar 2019, sambært heimasíðuni hjá Taks.

(2018 / 2019 / munur í kr / munur í %)

Hvalbiar 1.648.407 / 1.759.601 /  111.194 /  6,75

Tvøroyrar 4.255.945  / 4.909.218 /  653.273 /  15,35

Fámjins 189.557 /  196.709  / 7.152  / 3,77

Hovs 210.577 /  295.344  / 84.767  / 40,25

Porkeris 645.169  / 769.088  / 123.919  / 19,21

Vágs 3.046.891  / 3.617.641  / 570.750  / 18,73

Sumbiar 644.764  / 927.494 / 282.730  / 43,85

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder