- Góðan morgun - so fáa vit at síggja hvussu góður morgunin og dagurin verður fyri summi.
Soleiðis legði Jørgen Niclasen fyri, tá fólkaflokksmaðurin og formaðurin í Trivnaðarnevndini var tann fyrsti, sum hevið orðið á tingsins røðarapalli á dagsins tingfundi: Einum tingfundi, sum bæði Jørgen Niclasen og onnur vita, kann verða ein lagnufundur fyri stórmál og samgonguna.
Sí eisini: Pensjónsmálið kemur fyrst fyri - kann avgerða lagnuna hjá Suðuroyartunlinum og samgonguni
Jørgen Niclasen umboðar meirilutan í Trivnaðarnevndini, har fýra av teimum sjey tinglimunum eru andstøðufólk. Tey eru ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsmálið og fílast á tilgongdina hjá samgonguni og landsstýrinum.
- Tá upprunauppskotið varð gjørt í fjør, var tað uttan at hoyra arbeiðsmarknaðin. Síðani væntaði man, at tað fór at verða gjørt – men nei. Bert ein kunnandi fundur hevur, sambært okkara upplýsingum, verið við fakfeløgini síðani.
- Tey hava hildið fakfeløgum burtur – og trumla á tey. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi noktar at tosa við fakfeløgini – hvat er tað fyri nakað, spurdi Jørgen Niclasen.
Júst hetta hava stóru andstøðuflokkarnir, og serliga Javnaðarflokkurin, fingið stórar atfinningar fyri frá millum annað fakfelagsrørsluni.
Les eisini: - Ímóti øllum tí, sum Javnaðarflokkurin burdi staðið fyri
Formaðurin í Trivnaðarnevndini vísti á, tey eldru í Føoyum er munandi raskari enn tey í grannalondunum at arbeiða – helst tey raskastu í heiminum. 60 prosent av teimum 68-ára gomlu í Føroyum arbeiddu í fjør, vísa tøl.
- Man skal tryggja teimum, sum arbeiða, góðar fyritreytir, og eisini lofta teimum væl, ið ikki hava møguleikan fyri tí, staðfesti Jørgen Niclasen at enda.
Eftir hann var Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum á røðarapallinum. Saman við floksfelagnum Hans Jacobi Thomsen umboðar hon minnilutan í Trivnaðarnevndini, sum er fyri málinum:
- Her er eingin áhugi frá andstøðuni um breiða semju. Tað er lættari at ikki taka ábyrgd í slíkum málum, og tí er torført at taka atfinningarnar frá meirilutanum í álvara, sigur Súsanna Bertholdsen.
Portalurin og FM1 hava ymiskt tilfar úr tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald